Handilstreytir
1. Bílegging á HAPS.fo
Keypasavtalan við HAPS er ikki bindandi, fyrr enn tú hevur móttikið eina bíleggingarváttan frá HAPS.
2. Prísir
25% MVG er íroknað øllum prísunum.
Prísirnir eru í donskum krónum, um einki annað er nevnt.
Prísinir eru bert galdandi í Føroyum.
Fyrivarni verður tikið fyri:
• Kursbroytingum
• Force majeure
• Veitingarfeilum
• Avgjaldsbroytingum
• Útseldum vørum og tøppifeilum.
3. Søla generelt
Tann upplýsti prísurin á bíleggingartíðspunktinum, er tann galdandi prísurin.
4. Veiting
Fyrivarni verður tikið fyri útseldar vørur og tarna veitingartíð hjá útvegarum hjá HAPS.
5. Útkoyring
Veitingartíðin fyri útkoyring er vanliga 30 min, sum skal leggjast afturat vanligu veitingartíðini.
Prísurin fyri útkoyring er treytaður av strekkinum og verður lagdur omaná prísin fyri ordran.
-
Fyri Tórshavn, Argir og Hoyvík er prísurin 100 DKK.
Útkoyring fevnur bert um Tórshavn, Argir, Hoyvík, Hvítanes.
Sp/F Bil Mini Taxi 96 rekur útkoyringina fyri HAPS.
6. Striking av bílegging
Ynskir tú at strika eina bílegging, skalt tú seta teg beinleiðis í samband við HAPS umvegis telefon.
7. Gjalding
HAPS bjóðar hesar online gjaldingarmøguleikar:
Visa • Visa/Dankort • Visa Electron • MasterCard • JCB • Maestro
Upphæddin verður trekt av kortinum, tá bíleggingin verður avheintað ella avhendað — tó í seinasta lagi 30 dagar eftir at gjaldingin er framd.
8. Ert tú í iva
Um tað er eitt hvørt, tú ivast í, viðmælir HAPS, at tú setur teg í samband við okkum umvegis teldupost hallo@haps.fo ella umvegis telefon +298 358181.
9. Iðranarrættur
Tað er eingin iðranarrættur á matvørur.
Persóndatapolitikkur (eksternur)
ALMENN UPPLÝSING
Við hesum persóndatapolitikkinum vilja vit upplýsa, at HAPS handfer tínar persónsupplýsingar.
Niðanfyri fara vit í stuttum ígjøgnum teir persónsbólkar, ið vit handfara persónsupplýsingar um, og hvussu vit handfara hesar upplýsingar.
Síðani uppplýsa vit tær tíni rættindi og møguleikar fyri at klaga í samband við handfaringina av tínum persónsupplýsingum.
PERSÓNSUPPLÝSINGAR
HAPS viðgerð upplýsingar um teg í samband við keyp av okkara vørum og tænastum.
Tú verður sum útgangspunkt biðin um at veita navn, adressu, kontaktupplýsingar og gjaldsupplýsingar.
Endamálið við hesum er at avgreiða veiting og gjalding í samband við títt keyp.
Viðgerðin av hesum upplýsingum fevnir um, at viðkomandi upplýsingar — í samband við fakturering — verða veittar til teir partar, sum hava ávirkan á gjaldið, m.a. peningastovnar og gjaldskortveitarar.
Hesir persónsupplýsingar verða viðgjørdir í samband við hvørja einstøku bílegging.
Upplýsingarnir verða goymdir í okkara fíggjar- og bíleggingarskipan í 5 ár fyri at tryggja góðsku, kundatænastu og møgulig endugjaldskrøv, umvælingar og umbíleggingar.
Heimasíðan hjá HAPS brúkar cookies, sum skráseta IP-adressu, leitisøgu og líknandi, fyri at betra um brúkaraupplivingina og granska atburðarferðina í sambandi við marknaðarføring.
Tú kanst altíð velja cookies frá og sletta tær, sum longu eru goymdar.
Vit vísa til cookiepolitikkin á heimasíðuni.
Í samband við útkoyring gevur HAPS sær rætt til at veita upplýsingar til 3. part — Sp/F Bil Mini Taxi 96 — herundir navn, adressu og kontaktupplýsingar hjá kundanum.
SOSIALIR MIÐLAR
Í samband við vitjan á sosialu miðlunum hjá HAPS verða upplýsingar heintaðir, viðgjørdir og víðarigivnir.
Hetta kemst av, at teir sosialu miðlarnir (Facebook, Instagram, LinkedIn o.s.fr.) goyma cookies á tínari teldu, smartphone o.s.fr.
Persónsupplýsingar verða brúktir av teimum sosialu miðlunum til at optimera lýsingar, sum eru rættaðar ímóti tær, og til greining og statistikk hjá HAPS.
Herumframt veita teir sosialu miðlarnir tínar upplýsingar til samstarvsfelagar.
Persónsupplýsingar verða heintaðir óansæð, um tú hevur ein vanga á sosialu miðlunum ella ikki.
Cookies eru aktivar í 2 ár, uttan so tú sjálv/ur slettar tær.
HAPS hevur ikki ávirkan á cookies-politikkin hjá sosialu miðlunum.
Teir sosialu miðlarnir veita harafturat statistik-amboð, sum HAPS kann brúka til at optimera kundaupplivingina á sosialu miðlunum.
HAPS móttekur einans hesar upplýsingar í anonymum formati.
Tú kanst altíð lesa cookies-politikkin hjá HAPS á heimasíðuni.
TÍNI RÆTTINDI
Í samband við brúk av tínum upplýsingum, hevur tú fylgjandi rættindi:
-
Rætt til at fáa innlit í teimum upplýsingum, sum eru heintaðar
-
Rætt til at rætta tær upplýsingar, sum eru heintaðar
-
Rætt til at fáa teir heintaðu upplýsingarnar í lesiligum formati
-
Rætt til at avmarka viðgerðina av teimum heintaðu upplýsingunum
-
Rætt til at sletta tær heintaðu upplýsingarnar
Vinaliga vend tær til HAPS, um so er.
Kontaktupplýsingar til HAPS
HAPS
Heykavegur 1
100 Tórshavn
Faroe Islands
Telefon: +298 358181
Teldupostur: hallo@haps.fo
V-tal: 625264
KLAGUR
Um so er, at tú hevur atfinningar viðvíkjandi nøkrum av hesum upplýsingum, hevur tú møguleika at klaga til Dátaeftirlitið við at nýta fylgjandi kontaktupplýsingar:
Dátaeftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
